Damanaki: ES og Føroyar eru samd um sildina

Damanaki: ES og Føroyar eru samd um sildina
ES-fiskivinnukommisserurin sigur tó einki um, hvussu stór sildakvotan verður. Ráførsla verður Uttanlandsnevndini seinnapartin
Maria Damanaki er ES-fiskvinnukommisserur. Hon fegnast um, at semja er gjørd við Føroyar um sildina
 
11.06.2014 - 10:36

ES-nevndin og Føroyar hava gjørt semju um norðhavssildina.

Tað skrivar Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, á sínari heimasíðuni.   Hon skrivar, at tað er við stórari gleði, at hon í dag kann kunngera, at ES og Føroyar hava gjørt eina politiska semju í sildatrætuni. 

Boykottið sett úr gildi

Maria Damanaki sigur ikki, hvussu stór, føroyska sildakvotan verður í ár. Men hon sigur, at sambært semjuni við Jacob Vestergaard gevast Føroyar at fiska sild á ein hátt, sum sambært Mariu Damanaki ikki er burðardyggur. Afturfyri fer ES at stegða boykottinum móti Føroyum. Og, skrivar Maria Danamaki, eg eri eisini fegin um, at eg kann kunngera, at Føroyar taka aftur bæði gerðarrættarmálini móti ES, annað í WTO og hitt eftir havrættarsáttmálanum hjá ST.    

Og klokkan eitt í dag fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um sildakvotuna fyri 2014 og um at taka aftur rættarmálini móti ES um handilsforðingarnar móti Føroyum.

At landsstýrið ætlar at tosa við Uttanlandsnevndina um at taka aftur tey bæði gerðarrættarmálini móti ES, bendir á, at ES góðtekur føroysku sildakvotuna, sum ætlanin er at áseta, og tí fer at strika boykottið, sum varð kunngjørt 28.august í fjør. 

Sambært ES og hinum strandarlondunum eiga føroyingar knappliga 5,2 prosent av heildarkvotuni. Í fjør var føroyska sildakvotan 17 prosent.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur higartil ikki viljað sagt, hvussu stór kvotan verður í ár. 

Hann hevur bara sagt, at hon verður størri enn 5,2 prosent og minni enn 17 prosent. Og tað skilst á honum, at ES góðtekur kvotuna, ætlanin er at áseta í ár.    

Høgni í formanssessinum

Av tí at formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, er burturstaddur, verður Høgni Hoydal í Tjóðveldi, næstformaður, í formanssessinum í dag. Og Hanus Samró er varalimur hjá Jákupi Mikkelsen.

Sambært stýriskipanarlógini ráðførir landsstýrið seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Ráðførslurnar eru sum oftast í trúnaði, so einki fæst at vita um tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985