7,4 mió. kr. afturat til Tórsvøll

7,4 mió. kr. afturat til Tórsvøll
Øll útbyggingin fer nú at kosta 85 milliónir kr., og býráðið skal rinda helvtina
 
17.06.2014 - 08:00

Býráðið í Havn samtykti á eykafundi í gjárkvøldið at játta 7,4 mió afturat til Tórsvøll.

Tórshavnar býráð hevði annars samtykt at brúka í mesta lagi 35 milliónir krónur til útbyggingina. 

Arbeiðið at gera syðra part er komið væl áleiðis. Umframt áskoðarapláss skal bygningurin hýsa skrivstovum, matstovu og undirvísingarhølum. Men fyri nøkrum døgum síðani gjørdist greitt, at prísurin verður hægri enn tað. 7,4 milliónir skulu finnast afturat.

85 milliónir kr.

Øll útbyggingin kostar nú um 85 milliónir krónur, og kommunan skal rinda helvtina, tað vil siga 42,4 milliónir. Hina helvtina rindar Fótbóltssamband Føroya.

Tað var fyri tveimum mánaðum síðani, at Tórshavnar býráð samtykti at gera nýggjan áskoðarapall  til eystaru síðu eisini, og avgjørt varð at lata byggifelagið J & K Petersen, sum hevði vunnið arbeiðið at gera syðra part, eisini at gera eystaru síðu - uttan at arbeiðið varð boðið út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329