Veðurlagsbroytingar ávirka fiskastovnarnar

Veðurlagsbroytingar ávirka fiskastovnarnar
Fiskivinnuráðharrar og landsstýrismenn eru á ráðstevnu í Grønlandi, har veðurlagsbroytingar eru á skránni
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, umboðar Føroyar á ráðstevnuni í Grønlandi
 
18.06.2014 - 07:59

Veðurlagsbroytingar eru á dagsskráni, nú fiskivinnuráðharrar og landsstýrismenn í londunum við Norðuratlantshav hava ráðstevnu í tríggjar dagar í Ilulissat í Grønlandi.

Fólk úr Noreg, Russlandi, Íslandi, Grønlandi, ES, Kanada og Føroyum eru á ráðstevnuni.

- Eg haldi, at vit hava brúk fyri at greina, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka fiskastovnarnar, sigur grønlendski landsstýrismaðurin, Finn Karlsen.

Hann tekur undir við føroyska landsstýrinum, sum hevur brúkt ávirkanina hjá veðrinum á makrelstovnin sum grundgeving fyri, at býtið millum londini skal broytast.

Ongar politiskar avgerðir skulu takast á ráðstevuni. Men ætlanin er at orða eina felags yvirlýsing. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985