Grótið skal takast úr innsiglingini

Grótið skal takast úr innsiglingini
Í uppganginum í Skopun í vetur kom grót í innsiglingina til havnina. Landsverk kannar málið, men enn er ógreitt, hvussu nógv grót talan er um.
 
20.06.2014 - 15:38

Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki hevur havt fund við landsstýrisfólkini sum vara av málinum, men tað hevur ikki eyðnast útvarpinum, at fáa at  vita, hvat úrslitið av fundinum var, tí Evald Kjølbro hevur ikki verið at hitt.
Landsverk upplýsir, at grótið sum hevur lagt seg í innsiglingina lá uttanfyri pirin á Bergi, og varð flutt í nógva uppganginum.

Enn veit Landsverk ikki, hvussu nógv grót talan er um, men ætlanin er at fáa greðu á tí í komandi viku.

Økið er merkt

Økið í innsiglingini har grótið liggur, er merkt við eini boyu. MRCC hevur eisini fingið boð um grótið, og tað er eisini lýst í "Efterretninger for søfarende".
Landsverk kann ikki siga í løtuni, hvussu leingi tað fer at taka at taka grótið úr innsiglingini, og heldur ikki hvat tað fer at kosta at taka grótið upp, upplýsir Landsverk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867