- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kerry á óvæntaðari vitjan í Irak

Amerikanski utanríkisráðharrin, John Kerry, er sambært Reuters tíðindadtovuni komin á óvæntaða vitjan í Bagdad at hitta irakska forsætisráðharran, a-Maliki, og aðrar leiðarar um støðuna har norðuri í Irak, har hernaðarligir islamistar hava tikið fleiri býir.
Kerry er komin á vitjan í Bagdad, samstundis sum USA ætlar at leggja trýst á iraksku leiðararnar at fáa teir at taka upp samband við sunnimislimskar bólkar, sum halda seg vera lítisgjørdar í landinum.
- Kerry fer at hitta leiðarar í øllum politiska landslagnum, sigur ein talskvinna fyri amerikanska uttanríkisráðið.
Í fjør boðaðu myndugleikarnir í Washington frá, at teir fara at senda 300 ráðgevarar til Irak.


























