Farnir undir stálarbeiðið í Marknagili

Farnir undir stálarbeiðið í Marknagili
Í løtuni arbeiða 45 fólk upp á miðnámsskúlan, sum skal verða liðugur í 2016
Skúladepilin í Marknagili skal verða liðugur í 2016
Mynd: Landsverk  
 
26.06.2014 - 09:42

Fyrsta stálið til nýggja miðnámsskúlan í Marknagili verður nú monterað. 

 Í løtuni arbeiða 45 fólk á byggiplássinum í Marknagili. Gólvið í ítróttarhøllini er stoypt, og gólvhiti er eisini lagdur í. Gólvhiti verður somuleiðis lagdur í blokk A, sum er rundi parturin av bygninginum.

Umframt stoypiarbeiðið er farið undir at seta betongelement upp, og  í næstui viku kemur tann fyrsta stálkonstruksjónin væntandi á byggiplássið.

515 mió. kr.

Nýggi miðnámsskúlin, sum skal hýsa Tekniska skúla, Studentaskúlanum og Handilsskúlanum, verður 19.500 fermetrar til víddar, og har fara at ganga tilsamans 1300 næmingar.

Skúlin skal verður liðugur til skúlaársbyrjan í 2016. Miðnámsskúlin í Marknagil verður mettur at kosta 515 milliónir kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985