Grønlendingar avmarka møguleikan at fáa innlit

Grønlendingar avmarka møguleikan at fáa innlit
Tað krevur ov nógva tíð at viðgera umsóknir um alment innlit, og tað seinkar umsóknum frá eitt nú námsfeløgum, sigur forkvinnan í landsstýrinum
Aleqa Hammond er forkvinna í grønlendska landsstýrinum
 
30.06.2014 - 11:14

Grønlendska landstingið ger nú eina roynd at avmarka møguleikan hjá almenninginum at fáa innlit í politisku viðgerðina av málinum um undirgrund og ráevni. 

Aleqa Hammond, landsstyrisfrkvinna, hevur lagt uppskot fyri landstingið, sum bæði avmarkar møguleikan at fáa alment innlit og útsetir tíðina, til ber at fáa innlit í eitt mál til, eftir at avgerð er tikin, ella at málið er avgreitt. 

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið er tað tíðarkrevjandi at viðgera umsóknir um alment innlit, og tað seinkar viðgerðini av eitt nú umsóknum frá námsfeløgunum, sum ofta eru sera drúgvar og tekniskar og tí krevjandi at viðgera, stendur í viðmerkingunum.

Afturlatin skipan

Øll eru ikki fegin um útlitið til skerda innlitsmøguleikan. 

- Vit fáa eina afturlatna skipan, har tað verður torført hjá borgarum og áhugafelagsskapum at hava eitt vakið eyga við, hvørjar avtalur verða gjørdar millum millumtjóða feløg og grønlendsku myndugleikarnar, sigur Mikel Myrup, formaður fyri umhvørvisverndarfelagsskapin Avataq, við Sermitsiaq.

Oluf Jørgensen, serfrøðingur í almennari fyritising á Journalistháskúlanum í Danmark, heldur eisini, at grønlendska uppskotið er eitt stórt afturstig. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786