Fýra rækjuskip vilja hava 10.000 tons av makreli

Fýra rækjuskip vilja hava 10.000 tons av makreli
Felagið Rækjuskip vísir á, at nógvur peningur er nýttur at tryggja kvotuna í Eysturgrønlandi
Felagið Rækjuskip heldur tað vera rímiligt, at tey fýra rækjuskipini fáa 10.000 tons av makreli

21.05.2012 - 10:08

Nú eru fýra rækjuskip í føroyska flotanum. Einaferð vóru tey 12, men seinastu nógvu árini hava tey bert verið tvey, Havborg og Arctic Viking.

Men nú makrelurin skal býtast, sæst í einum skrivi frá Felagnum Rækjuskip til Fiskimálaráðið, at rækjuskipini eru fýra í tali. Umframt Havborg og Arctic Viking, er talan um Fríðborg og Sermilik 2.

Í skrivinum til Fiskimálaráðið vísir Felagið Rækjuskip á, at nógvir pengar eru nýttir til at tryggja rækjuskipunum kvotu í Eysturgrønlandi.

Men av ósemjuni um makrelin hava rækjuskipini heldur ikki kvotu í Eysturgrønlandi í ár. Kvotan í Eysturgrønlandi hevur seinastu árini verið 1.335 tons, og við rækjuprísinum sum er nú, hevur tann kvotan eitt virði sum er 85 milliónir kr. Tí heldur Felagið Rækjuskip, at rækjuskipini eiga at fáa minst 10.000 tons av makreli til tey fýra skipini.

Og fyri at fáa sum mest burturúr, mælir felagið til, at rækjuskipini í felag kunnu leiga  skip at fiska kvotuna.

Rættvíst og rímiligt

Felagið Rækjuskip heldur tað vera bæði rættvíst og rímiligt, at parturin, ið verður latin teimum, sum beinleiðis hava mist av ósemjuni, verður latin sum eginkvota, við somu møguleikum sum aðrar eginkvotur, tað er, at til bera at flyta kvotu um ársskiftið.

Felagið sigur tað vera óneyðuga forðing at avmarka møguleikarnar fyri partroling millum ávísar skipabólkar.

Og Felagið Rækjuskip mælir til, at hjáveiðan av sild verður minst 12 prosent, sigur felagið í skrivinum til Fiskimálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. november
Hattar var hattar, nú koma keppar
200025
Mánadag 17. november
Morgunlestur mánadagur 17.november 2025
200022
Sunnudag 16. november
Sunnudagstónar 16. november 2025
199998
Sunnudag 16. november
Ættirnar syngja og suða
199995
Sunnudag 16. november
Bolero
199991
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Andakt við Carsteni Fonsdal Mikkelsen
199963
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199965
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942