Arbeiða longur

Arbeiða longur
Fleiri enn áður halda fram at arbeiða eftir, at tey eru blivin fólkapensjónistar.
Fiskivinnan er ein av teimum fáu vinnunum, har tað arbeiða færri fólkapensjónistar enn fyri 10 árum síðan.
 
12.07.2014 - 10:26

Tað veit Hagstovan at siga. 

Hagstovan skrivar, at síðani kreppuna fyrst í nítiárunum halda fleiri og fleiri fram at arbeiða eftir at tey eru vorðin 67 ára gomul, og sostatt eru fólkapensjónistar. 

Í apríl í ár vóru 967 løntakarar millum 67 og 74 ár. Hetta eru 300 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Talan er um ein vøkstur uppá heili 47 prosent.

Størsti parturin av hesum vøkstri er hjá tí almenna. Men eisini í privatu tænastuvinnuni arbeiða fleiri pensjónistar nú.

Í fiskivinnuni og alivinnuni arbeiða tó færri, sum eru fylt 67. 

Í hagtølunum eru fólk løntakarar, tá tey hava í minsta lagi eina dagsløn um mánaðin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. juni
EM tíðindi - 27. juni 2024
177330
Hósdag 27. juni
Morgunlestur hósdagur 27. juni 2024
177129
Mikudag 26. juni
Mono - Hjalte Bachmann - 260624
177296
Mikudag 26. juni
Oddvør Johansen
177293
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125