Danskir bøndur stuðul til at ala kálvar til slátur

Danskir bøndur stuðul til at ala kálvar til slátur
Neytakjøtstuðulin er 180 miljónir krónur um árið, og er settur av til sláturneytahald
Neytakrov
Mynd: Búnaðarstovan  
 
16.07.2014 - 14:09

Meðan føroysku fjósini drepa tarvkálvarnar beint eftir kálving, tí føroyskt sláturneytahald ikki kann kappast við innflutt oksakjøt, satsa eitt nú danir nógv uppá at fáa tilfeingið gagnnýtt og alt til fyrstafloks matvøru í egnum landi. 

Danski landbúnaðurin og stjórnin hava gjørt stuðulskipan, sum í fyrstu atløgu er seks ára avtala um sonevndar “oksapremiur” til bóndur, sum fara undir at ala kálvar til slátur.

Tað, sum danir rópa oksapremiur, er nett sama, sum vit kalla neytakjøtstuðul.

Dupult so nógv sum í Føroyum

Avtalan tryggjar stuðulin fram til ár 2020, og satsurin er í fyrstu atløgu 1,08 mia ella 180 mió um árið til ein premiupakka til tann, sum vil fara undir sláturneytahald.

Hesin premiustuðul er umframt vanliga landbúnaðarstuðulin til danska landbúnaðin frá danska statinum og ES. S

tuðulin til danska landbúnaðin er frammanundan lutfalsliga gott og væl dupult so stórur, sum føroyski stuðulin, um roknað verður eftir íbúgvaratalinum, skrivar Búnaðarstovan.

Føroyski stuðulin skal skerjast

Rokna vit hendan “oksapremiupakkan” um til føroysk viðurskiftir, vildi tað svara til, at Búnaðarstovan fekk játtað gott og væl 1,5 millión um árið fram til 2020 markað til oksakjøtframleiðslu.

Í staðin hevur Búnaðarstovan fingið tungu boðini, at føroyski landbúnaðarstuðulin skal minkast við íalt 2,8 milliónum. 1 millión í 2016 og 1,8 millión aftur í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329