Óvist við grindamótmæli

Óvist við grindamótmæli
Mótmælið ímóti grind er avblást á ólavsøku. Løgreglan skal á fund við mótmælisfelagsskapirnar mánadagin
 
26.07.2014 - 14:56

Mótmælið ímóti grind er avblást á ólavsøku. Tað skrivar heimasíðan IN.FO.


Tveir týskir felagsskapir høvdu annars boðað frá, at teir fóru at koma til Føroya á ólavsøku at mótmæla grindadrápi. Talan er um WDSF og ProWal og teir skuldu hava omanfyri 90 fólk við sær at mótmæla, men tað verður av ongum. IN.FO skrivar, at felagsskapirnir av trygdarávum hava mælt fólki frá at koma til Føroya. Í staðin eru tað bara formenninir, sum koma til landið. Teir eita Andreas Morlok og Jürgen Ortmüller. Felagsskapirnir skuldseta føroyingar fyri at hava rópt ókvæmisorð eftir limunum í umhvørvisfelagsskapunum, og føroyingar skulu sambært teimum enntá hava hótt limir teirra eftir lívinum.


Felagsskapirnir høvdu annars fingið tillutað eitt øki á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík at mótmæla grindadrápi á ólavsøku, soleiðis at ólavsøkugestirnir ikki vórðu órógvaðir av mótmælistiltakinum. Peter Taysen, chefpolitiinspektørur sigur, at tey eru greið um, at felagsskapirnir fráráða limum sínum at koma til Føroya, men tey hava ikki frætt nakað frá hvørki ProWal ella WDSF um, at tey ikki fara at mótmæla á Karlamagnussarbreyt kortini. Formenninir í felagsskapunum hava biðið um fund við løgregluna mánadagin, og tá fær løgreglan nærri at vita, hvat felagsskapirnir nú fara at gera - ella um teir fara at mótmæla yvirhøvur tann ólavsøkudag, sum teir annars hava ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980