Helvtin av yvirskotinum hjá bankanum er uttanlands

Helvtin av yvirskotinum hjá bankanum er uttanlands
BankNordik fór upp um 100 milliónir í tænastugjøldum fyrra hálvárið
BankNordik væntar framvegis millum 200 og 240 mió. kr. í vinningi í ár
 
07.08.2014 - 07:39

BankNordik hevði 85 milliónir krónur í vinningi fyrra hálvárið 2014 fyri skatt.

Knappliga helvtin av yvirskotinum stavar frá bankavirksemi uttan fyri Føroyar. 

Fyrra hálvárið í fjør var yvirskotið 77 milliónir kr. 

Niðurskrivingarnar á útlánum eru minkaðar niður í helvt samanborið við fyrra hálvár í fjør, upplýsir BankNordik í morgun. 

Inntøkurnar av rakstrinum hjá BankNordik-samtakinum vóru 395 mió. kr. í fyrra hálvári 2014. Tær vóru 436 mió. kr. sama tíðarskeiðið í fjør. 

Men eisini minni útreiðslur 

Høvuðsorsøkin til lækkingina í ár er framhaldandi stórt kappingartrýst á útlánsrenturnar og harvið á rentumarginalin, ikki minst í Føroyum, sigur bankin. 

Men effektivisering í samtakinum ger, at raksturin kostar minni enn í fjør. Munurin er 14 milliónir krónur.

Inntøkurnar frá tænastugjøldum fóru beint upp um 100 milliónir krónur í fyrra hálvárinum 2014, tær vóru 92 milliónir í fyrra hálvári í fjør. 

BankNordik sigur, at eftirspurningurin eftir lánum og kredittum er vaksandi.

Leiðslan í BankNordik heldur fast um sínar væntanir við ársbyrjan um eitt úrslit fyri 2014 upp á 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, útreiðslur, sum bara eru ta einu ferðina, virðisjavna og skatt. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928