Japan fríggjar til Føroya

Japan fríggjar til Føroya
Vararáðharri fyrsta japanska stjórnarumboð í Føroyum. Hitti varaløgmann
Føroyar vilja hava fríhandilssáttmála við Japan. Men tað tekur tíð og krevur nógva arbeiðsorku, sigur Annika Olsen, varaløgmaður
 
11.08.2014 - 07:29

Japan vil hava størri samband og samstarv við Føroyar.

Og fyrsta stigið hjá stjórnini í Japan at fáa tað í lag varð tikið fríggjadagin, tá Tadahiko Ito, vararáðharri í innlendis- og samskiftismálum, var í Føroyum.

Hetta var fyrstu ferð, at japanska stjórnin sendir fólk til Føroya.

Tadahiko Ito hitti Anniku Olsen, varaløgmann, tá hann var í Føroyum.

Japan hevur áhuga í føroyskari vitan og føroyskum royndum og ikki bara í fiskivinnuni. 

Sambært Løgmansskrivstovuni var Tadahiko Ito serliga hugtikin av føroyskum byggihátti og býarskipan og týdninginum hjá teimum  fyri trivnaðin í samfelagnum.

Og Føroyar vilja hava fríhandilssáttmála við Japan, sigur Annika Olsen, varaløgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360