Uppskrift: Ostakaka við appelsin-siroppi

Uppskrift: Ostakaka við appelsin-siroppi
Á matarlepanum hjá Jóhonnu á Tjaldrafløtti hesuferð stendur ostakaka við appilsinsiroppi. Si uppskriftina her
 
27.04.2012 - 19:45

Botnur

Tilfar

  • 175 g av keks
  • 200  g av myrkari sjokolátu
  • ½ dl av appilsin-sevju
 
Arbeiðsháttur
  • Brót keksirnar sundur og legg í eitt fat (25x35 cm) sum er klætt við bakipappíri
  • Smelta sjokolátuna yvir vatnbað saman við appilsin-sevjuni og stoyt oman yvir keksirnar
  • Legg bakipappír omanyvir, trýst keksirnar væl saman og set at kólna
 
Ostakrem
 
Tilfar
  • 8 bløð av husblassi
  • 400 g av rómaosti
  • 175 g av sukri
  • 1 tesk. av vaniljusukri
  • 1 l av hvíta
  • ½ l av róma
  • 1 súpisk av sitrónsevju
 
Arbeiðsháttur
  • Legg husblassið í kalt vatn í fimm minuttir
  • Píska rómaostin, sukrið og vaniljusukrið saman og rør hvítan í
  • Píska róman til skúm
  • Tak husblassið úr vatninum og smelta yvir vatnbað
  • Rør tvær súpisk av hvítanum og sitrónsevjuna í smeltaða husblassið og píska tað í restina av blandingini
  • Vend róman varisliga í
  • Tak bakipappírið oman av keksunum og koyr fylluna oman á keksirnar
  • Set kalt
 
Appelsin-siroppur
 
Tilfar
1 dl av ahornsiroppi
1 dl av appilisinsevju
40 g av skornum aprikosum
Rivið skal av hálvari appilsin
 
Arbeiðsháttur
Koyr alt tilfarið í eina grýtu og lat kóka í umleið 15 minuttir
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132