Pelagos væntar fyrstu lastina í morgin

Pelagos væntar fyrstu lastina í morgin
Nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði fer nú til verka
Jóhan Páll Joensen er stjóri í Pelagos
 
13.08.2014 - 10:32

Nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, Pelagos, bíðar nú eftir at fáa fyrstu lastina av makreli. Virkið er til reiðar at fara til verka, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri.

Tey hava frammanundan keypt smærri nøgdir av makreli úr Kollafirði, so tey kundu royna maskinurnar. Enn er ymiskt, ið skal lagast til, og tí verður tann fyrsta lastin, sum virkið keypir, eisini brúkt til at tillaga maskinurnar við.

Johan Páll Joensen, stjóri, upplýsir fyri Kringvarpinum, at møguliga fer fyrsta skipið at landa makrel til Pelagos í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793