Skipsførari: - Óforsvarligt at bátarnir sigldu

Skipsførari: - Óforsvarligt at bátarnir sigldu
Tað var óforsvarligt, tá smábátar sigldu av Eiði til Hósvíkar fríggjakvøldið, tá árliga regattain byrjaði. Fyriskiparin lovar broytingar næsta ár
Tað var óforsvarligt, tá bátar sigldu um Streymin fríggjakvøldið, tá árliga regattain byrjaði, heldur skipsførari, ið sjálvur var við. Fyriskipari lovar broytingar næsta ár
Mynd: Ingi Samuelsen/portal.fo  
 
16.08.2014 - 16:35

Árliga regattain, har siglt verður av Eiði til Nólsoy, byrjaði fríggjakvøldið, tá bátarnir fóru av Eiði til Hósvíkar. Tað gekk tó ikki sum ætlað, tá bátarnir skuldu sigla undir Brúnna við Streymin í gjárkvøldið.

- Tað var óforsvarligt, og onkur bátur fekk onkran smávegis skaða, sigur Eyðun Andreasen í Streymnesi, skipsførari, og sum eisini var við í bátafylginum fríggjakvøldið.

Tá smábátarnir sigldu undir Brúnni um Streymin var av harðasta streymi, hóast tey høvdu fingið at vita, at tað skuldi vera av bestu líkindum at sigla um streymin á nátturða fríggjakvøldið.

Misskiljing kom í

Tað er Hósvíkar róðrarfelag, ið skipar fyri árligu regattaini. Tey hava tískil eisini evstu ábyrgd av, at trygdin er í lagi, tá siglt verður av Eiði til Hósvíkar, har eisini nakrir bátar sigla víðari til Nólsoy dagin eftir.

- Har hendi ein misskiljing, tá bjargingarbáturin Lív fekk eina óvæntaða uppgávu við at sleipa ein bát. Tað er okkara ábyrgd, og tað taka vit sjálvandi á okkum, sigur Maiken Hammer í nevndini í Hósvíkar róðrarfelag.

Tey fara nú at taka saman um árligu regattaina. Hon sigur, at tey longu nú hava avgjørt, at tað verða nakrar broytingar gjørdar næsta ár, millum annað við fleiri bjargingarbátum, tí trygdin skal vera í lagi, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979