Løgmaður ráðførir seg um landgrunsmálið

Løgmaður ráðførir seg um landgrunsmálið
Landsstýrið vil tryggja sær, at eitt danskt krav um landgrunn norðan fyri Grønland ikki gongur ímóti føroyskum áhugamálum sunnan fyri Føroyar
 
20.08.2014 - 13:11

Grundgevingarnar fyri kravinum hjá danska ríkinum um landgrunn norðan fyri Grønland eiga ikki at ganga í móti føroyskum áhugamálum í kravinum um landgrunn sunnan fyri Føroyar.

Seinni í ár fær Landgrunsnevndin hjá ST fráboðan um kravið um landgrunn norðan fyri Føroyar.

Og klokkan tvey í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um kravið. 

Landsstýrið vil tryggja sær, at grundgevingarnar fyri kravinum norðan fyri Grønland ikki ganga í móti føroyskum áhugamálum í kravinum um landgrunn sunnan fyri Føroyar.  Írland, Bretland, Ísland og Føroyar siga seg øll hava ræðisrættin á Rockall og háslættanum kring Rockall. 

Londini eiga formliga at lata ST síni krøv í seinasta lagi í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329