Níggju heilsurøktarar á LS verða sagdir úr starvi

Níggju heilsurøktarar á LS verða sagdir úr starvi
Orsøkin er, at búfólk flyta av Psykiatriska deplinum í nýggju heimini eystan Heyg í Havn
 
22.08.2014 - 14:20

Níggju heilsurøktarar á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Samstundis søkir Landssjúkrahúsið eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til Psykiatriska depilin.

Heilsurøktararnir verða sagdir upp, tí flestu búfólkini á deplinum hava fingið annan bústað í heimunum eystan Heyg í Havn. 

Psykiatriski depilin hoyrir undir Heilsumálaráðið, og sambýlini eystan Heyg hoyra undir Almannamálaráðið. Tá talan er um nýggj størv á nýggju heimunum, skulu tey lýsast leyst, og tí kunnu starvsfólk á Psykiatriska deplinum ikki flytast yvir í nýggju heimini, men noyðast at søkja størvini, tá tey verða lýst leys. 

Heilsurøktarafelagið hevur biðið um fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um málið. Felagið krevur, at heilsurøktararnir varðveita síni størv.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558