Oljudálking kundi skatt alifisk

Oljudálking kundi skatt alifisk
Løgreglan er longu liðug at avhoyra partarnar eftir at oljudálking varð staðfest á Trongisvágsfirði fríggjadagin
Oljudálking á Trongisvágsfirði fríggjadagin kundi skatt alifisk í økinum. Løgreglan er longu liðug at avhoyra partarnar, men vil ikki siga, hvør dálkaði fjørðin
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd/KvF

25.08.2014 - 18:11

Talan er um nøkur skip og bátar sum oljan kann vera likin frá, sigur Jaspur Vang, sýslumaður. Hvørji skip ella bátar talan er um, vil hann ikki siga nakað um. Tá endurgjaldskravið er gjørt upp og frágreiðing skrivað, verður málið latið ákæruvaldinum, sigur hann.

Løgreglan bar skjótt at, eftir at boð fríggjadagin komu um, at olja var at síggja á Trongisvágsfirði. Royndir vórðu tiknar av oljuni á sjónum, og royndir vórðu eisini tiknar av olju umborð á nøkrum bátum og skipum sum vórðu sædd á leiðini har oljan rak.

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at løgreglan síðani hevur avhoyrt partarnar í málinum, og tað arbeiðið er komið undir land. Hann væntar at endurgjaldskrav kemur, og tá tað er komið, verður málið sent ákæruvalinum, sum síðani tekur avgerð um, hvat skal henda í málinum.

Vil ikki siga, hvør dálkaði

Jaspur Vang vil ikki siga, hvørji skip ella bátar talan er um, tí eingin orsøk er til at leggja nakran undir nakað, sum viðkomandi ikki hevur gjørt, sigur hann. Tað var tíðliga seinnapartin fríggjadagin, at tyrlan boðaði frá, at olja rak uttarlaga á Trongisvágsfirði.

Oljan rak ímóti alibrúkinum hjá Faroe Farming, og fólk á alibrúkinum bað um hjálp, fyri at forða fyri, at oljan rak á brúkið. Fólk frá sløkkiliðnum á Tvøroyri fór til hjálpar, og legði einar 500 metrar av oljusperring við brúkið, so oljan ikki gjørdi fiskinum skaða.

Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari, sigur, at talan var um vanliga diselolju, og tí dampaði hon skjótt, men ein partur av oljuni rak ímóti alibrúkinum og kundi uttan iva elvt til trupulleikar hjá fiskinum.

Oljusperringarnar sum verða nýttar, verða bert nýttar einaferð, og oljusperringarnar sum vórðu lagdar við alibrúkið hjá Faroe Farming, kosta einar 160.000 kr. Tað játtaði Faroe Farming at rinda fyri, sigur sløkkiliðsleiðarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744