Sjúkrakassagrunnur Føroya tømast innan 10 ár

Sjúkrakassagrunnur Føroya tømast innan 10 ár
Av tí at samgongan ikki er ovurfegin um grunnin, mælir meirilutin í fíggjarnevndini til, at hann einans sleppur at virka í tíggju ár
Teir eru ikki ovfarakátir um semjuna, Karstin Hansen, landsstýrismaður, hevur gjørt við sjúkrakassarnar

13.04.2012 - 09:20

Samgongan er ikki so fegin um Sjúkrakassagrunnin, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar at stovna í vár. Men samgongulimirnir í Fíggjarnevndini virða kortini semjuna, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt við sjúkrakassarnar. Teir fara tí ikki at mæla tinginum frá at atkvøða fyri uppskotinum um Sjúkrakassagrunn Føroya.

Men grunnurin skal bara verða til í tíggju ár, siga Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir tí til at broyta lógina, so hon eisini sigur, at grunnurin skal innan 10 ár hava útgoldið alt grunsfæið sum stuðul. Grunnurin skal vera tómur um tíggju ár, og tá skal landsstýrið biðja løgtingið um loyvið til at strika grunnin.

Karsten Hansen ætlar, at Sjúkrakassagrunnurin skal veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Talan kann vera um gransking og upplýsing. Ognirnar hjá teimum 11 sjúkrakassunum, okkurt um 30 mió. kr., skulu í grunnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299