- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgongubann í Sierra Leone

Útgongubannið kemur í gildi tann 18. september - og inntil tá mugu fólk leggja undir seg tað, teimum tørvar, tá tey skulu verða inni í fýra dagar.
Útgongubannið verður sett í verk fyri at steðga smittuni av herviligu sjúkuni.
Tað upplýsir eitt embætisfólk frá forsetaskrivstovuni í Sierra Leone.
Tilsamans 21.000 fólk skulu tryggja, at útgongubannið verður hildið. Frammanundan verða í túsindatalið av fólkið nýtt at tryggja avbyrgd øki, sum eru harðast rakt. Hetta er við markið til Guinea .
Ebola-sjúkan, sum hevur rakt vestara partin av Afrika, er tann herviligasta nakrantíð. Omanfyri 2100 fólk eru deyð av sjúkuni - og bara í gjár doyðu 491 fólk av ebola í Sierra Leone.
Skrivari: Rólant Waag Dam



























