Tvær umsóknir til prestastarvið í Sandoynni

Tvær umsóknir til prestastarvið í Sandoynni
Stillað verður inn til starvið í hesum mánaðinum
Nýggi presturin í Sandoyar prestagjaldi tekur við eftir Jákup Reinert Hansen, sum fer í starv á Fróðskaparsetrinum
 
08.09.2014 - 11:36

Tvey fólk vilja vera prestur í Sandoyar prestagjaldi.

Freistin at søkja var úti seinnapartin fríggjadagin. 

Fólkakirkjan.fo skrivar, at eftir ætlan fara kirkjuráðini at innstilla nýggja prestin í hesum mánaðinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum setur starvið, og tann, sum verður settur, skal eftir ætlan taka við starvinum 1. desember. 

Nýggi presturin tekur við eftir Jákup Reinert Hansen, sum fer í starv á Fróðskaparsetrinum.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520