U-21 brast dreymin hjá Montenegro

U-21 brast dreymin hjá Montenegro
Føroyar vunnu sín fyrsta dyst og syrgdu fyri at Montenegro ikki spældi seg víðari. Montenegro skuldi bert hava ein janvleik, men betra liðið vann
 
10.09.2014 - 03:01

Ári Mohr Jónsson, sum hevði trupulleikar at fóta sær tá hann bleiv innskiftur fyri A-landsliðið sunnudagin skoraði sigursmálið fyri U-21 landsliðið á Svangaskarði.

Einsamalla málið kom efir 31 minuttir, tá Ári Mohr Jónsson varð spældur fríur av Heðini Hansen í vinstru síðu. Hann rak nakrar metrar við bóltinum, og setti síðani bóltin í málið. 

Montenegro royndi at fáa eitt útjavnandi mál, og tað gav føroyska liðnum stórar møguleikar at økja um leiðsluna.  Men teir tóku ikki av, og tað gjørdi at dysturin áhaldadi var spennandi.

 

Monenegro skuldi í minsta lagi hava ein javnleik fyri a spæla seg víðari.  Rumenia spældi somu tíð ímóti Týsklandi, sum vann bólkin. Tann dysturin endaði heilli 8-0 til Týskland. 
Men hóast eitt stórt tap, so kláraði Rumenia akkurát at skava sær fleiri stig saman enn Montenegro. Rumenia og Montenegro spældu móti hvørjum øðrum í farnu viku, og tann dysin vann Rumenia 4-3 ímóti Montenegro.
 
So ikki bert syrgdi U-21 landsliðið fyri at ikki fáa eitt søguligt vánaligt ár, men eisini at bresta dreymin hjá Montenegro um at koma víðari í kappingini um Evropeiska meistaraheitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804