Øll uttan nótaskip fáa 9.000 tons aftrat

Øll uttan nótaskip fáa 9.000 tons aftrat
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli
 
11.09.2014 - 18:21

Allir skipabólkar uttan nótaskipini sleppa nú at fiska umleið 9.000 tons av makreli aftrat.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli soleiðis, at onnur fiskifør sleppa at fiska av teimum felagskvotum, sum eru settar av til línuskip, útróðrarbátar og garnaskip.

Hann hevur somuleiðis gjørt av, at tann parturin av makrelkvotuni, sum ætlanin varð at nýta til umbýti í samráðingum um fiskirættindi við onnur lond, verður í staðin latin føroyskum fiskiførum at fiska sum felagskvota.

Ætlanin var at gera avtalu við íslendsku myndugleikarnar um, at línuskipini skuldu fáa størri kvotu av botnfiski undir Íslandi í býti við makrel í føroyskum sjógvi, men tær samráðingarnar bóru ikki á mál.

Í makrelkunngerðini hevur landsstýrismaðurin heimild at loyva øðrum fiskiførum at fiska av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. Broytingarnar vera galdandi frá sunnudegnum 21. september, tað er um eina góða viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Vikan á skák: Krím og krám í Oslo
203168
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979