NIB og BankNordik samstarva um fígging

NIB og BankNordik samstarva um fígging
Verkætlanir í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu læna 300 mió. kr.
 
12.09.2014 - 13:08

Norðurlendski Íløgubankin, NIB, og BankNordik fara at samstarva um at veita lán fyri 300 mió. kr til smá og miðalstór virki og umhvørvisverkætlanir í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Samstarvsavtalan er gjørd fyri 10 ár. BankNordik veitir lánini, sum NIB fíggjar.

Verkætlanir, ið fáa fígging, skulu lúka krøvini hjá NIB um, at íløgur vera gjørdar í gransking og menning, stovnsfæ, eitt nú maskinur og amboð ella kunningar- og samskiftistøkni. 

NIB er altjóða fíggingarstovnur, við átta limalondum sum partaeigarum: Danmark, Estlandi, Finnland, Íslandi, Lettlandi, Litava, Noregi og Svøríki. 

Bankin fíggjar privatar og almennar íløguverkætlanir í limalondunum og øðrum londum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520