Uttanríkisráðharrin finst at Russlandsferð løgmans

Uttanríkisráðharrin finst at Russlandsferð løgmans
Triðjalond eiga ikki at gera sær dælt av støðuni, sigur Martin Lidegaard. Vinstriflokkurin vil hava eina frágreiðing frá stjórnini um málið
 
13.09.2014 - 09:35

"Handelspartnere eller nyttige idioter" og "Færøsk hjælp til Putin."

Tað eru yvirskriftirnar í tveimum greinum hjá danska blaðnum Berlingske Tidende um Russlandsferð løgmans.

Og danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, leggur seg í aðrari greininini út í ferðina hjá løgmanni.

"Eg rokni við,  at Føroyar  vita,  at ES væntar, at triðjalond ikki gera sær dælt av støðuni, orsakað av russisku tiltølunum móti ES, skrivar Martin Lidegaard í einum telduposti til danska blaðið Berlingske Tidende.

"Vit hava øll ábyrgd at tryggja, at nøkur ikki gera sær dælt av støðuni, tá onnur missa marknað, orsakað av tiltøkunum, og eg havi álit á, at Føroyar finna rættu javnvágina í málinum," skrivar danski uttanríkisráðharrin til Berlingske.

Biðja um frágreiðing

Vinstriflokkurin biður donsku stjórina um at geva Fólkatinginum eina frágreiðing um málið, skrivar Berlingske.

"Tað sigur seg sjálvt, at boðini til Russlands eru sterkari, tá allar demokratiskar tjóðir standa saman um atfinningarnar. Eg fari til at mæla stjórini til at halda fram við samskiftinum við Føroyar, og at stjórnin bjóðar flokkunum í Fólkatinginum til eina kunning um málið, skrivar Finn Thranum, sum er framsøgurmaður hjá Vinstra, í einum telduposti til Berlingske.

Danski Fólkaflokkurin stuðlar

Men Danski Fólkaflokkurin tekur undir við Føroyum

"Føroyar eru ikki limir í ES, so tað er í lagi. Eisini skal havast í huga, at ES í mong ár hevur noytt órímiligar kvotur niður yvir føroyingar, og at Føroyar hava verið raktar av tiltøkum úr ES. So, Føroyar skylda avgjørt ikki ES nakað, sigur, Søren Espersen, sum er framsøgufólk í Føroya-málum hjá Danska Fólkaflokkinum, við Berlingske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450