Almenni innkeypsportalurin lítið brúktur

Almenni innkeypsportalurin lítið brúktur
Higartil í ár eru bert 13 handlar avgreiddir í almennum útboði, skrivar vinnuvitan.fo
 
17.09.2014 - 09:40

Hetta er eitt sera lágt tal, tá hugsað verður um mongu møguleikarnar, sum almennir myndugleikar, kommunur, almennir stovnar og almenn partafeløg hava at bjóða út innkeyp av vørum og tænastum í almennum útboði. 

Samanlagt hava bara 18 útboð verið avgreidd á almenna innkeypsportalinum, nú eitt ár er síðani, hann fór at virka.

Tað er vil siga bert 1,5 útboð um mánaðin, so ikki ber til at siga, at tað almenna ger nokk við at fremja kapping, staðfestir Vinnuvitan. 

Góð og sunn kapping

Blaðið vísir á, at tað annars eru nógvir fyrimunir við einum almennum útboði.

Talan er um gjøgnumskygni og ikki minst, at tað almenna skundar til sunna og góða kapping, har fleiri kunnu halda seg framat og bjóða. Eitt nú hava donsku regiónirnar júst boðað frá, at alt skal bjóðast út á danska keypsportalinum.

Regiónirnar vænta at spara 1 milliard við hesum átaki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454