Veljarakanning í Grønlandi vísur broyting

Veljarakanning í Grønlandi vísur broyting
Inuit Ataqatigiit hevur framgongd, meðan Simut hevur afturgongd
 
20.09.2014 - 16:32

Um 1.000 grønlendingar eru spurdir, hvønn flokk tey fara at atkvøða fyri við næsta val.

44,4 prosent av veljarunum fara at velja Inuit Ataqatigiit, meðan 36,5 prosent velja Siumut, skrivar blaðið.

Nýggi flokkurin, Partii Naleraq, fær 4,3 prosent atkvøðunum, og tað er umleið tríggjar ferðir so nógv sum eitt nú flokkurin Partii Inut, sum bert fær stuðul frá 1,6 prosentum av veljarunum.

Samgonguflokkurin Atassut hevur afturgongd upp á 1,4 prosent í mun til valúrslitið í marsmánað í fjør. Atassut-flokkurin fær tó framvegis stuðul frá 6,8 prosentum av velarjunum, og í hølinum á teimum koma Demokratarnir við 6,4 prosentum.

Kanningin vísur eisini, at best umtókti limurin í grønlendska landsstýrinum er Martha Lund Olsen, sum er landsstýriskvinna í familju- og lógarmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176