Grønland á búskaparligari vandakós

Grønland á búskaparligari vandakós
Grønlendska búskaparráðið legði fram frágreiðing sína ígjár, og ávaringarnar eru óvanliga hvassar hesaferð
 
23.09.2014 - 10:41

Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, siga Torben M. Andersen, formaður í ráðnum, og Ulla Lynge, nætsforkvinna, bart út, at verður einki gjørt beint nú, so verður tað ikki lukkuligt næstu árini.

Búskaparfrøðingarnar finnast at ætlanunum at byggja flogvøll í Qaqortoq og nýtt landstinghús. Landstingið hevur samtykt nógv uppskot, sum kosta nógv, hóast tey ikki eru raðfesti í fíggjarlógini, millum annað størri studning til landbúnaðin.

Les eisini: Endurnýggið fiskiflotan, so eru útlitini góð fyri Grønland

Hóast yvirskot er í fíggjarlógini fyri 2014, metir búskaparráðið, at støðan er hættislig, soleiðis sum búskaparliga gongdin er. Og serliga stúra búskaparfrøðingarnir fyri fíggjarlógini fyri 2016 og 2017.

Landsstýrið ætlar at hava hall næsta ár, men so skal aftur vera yvirskot árini eftir 2015. Og politikararnir hava higartil ikki torað at gjørt tað, sum krevst fyri at fáa búskapin á rætta kós. Neyðugar broytingar skulu geva 300 mió. kr. Men enn er einki gjørt fyri at fáa fatur í teimum.

Og grønlendska búskaparráðið ávarar móti at brúka inntøkur frá makrelinum sum grundarlag fyri yvirskotinum í fíggjarlógini fyri 2014. Hesar inntøkur kunnu virka sum ein koddi hjá politikarunum, tí tær fáa teir at halda, at væl stendur til. Men tað ger tað als ikki, siga búskaparfrøðingarnir sambært KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723