Sleppa ikki av oynni halgastu dagarnar í árinum

Sleppa ikki av oynni halgastu dagarnar í árinum
Tvey tingfólk vilja hava fleiri pengar til Strandferðsluna, so hon kann sigla hvønn dag
Tríggjar dagar um árið loysir Teistin ikki í Skopun. Tað ber ikki til, halda tvey tingfólk hjá Tjóðveldi.
 
25.09.2014 - 07:58

Strandfaraskipini eiga at sigla hvønn dag í árinum, eisini jóladag, páskadag og langa fríggjadag.

Tað halda løgtingsfólkini Sirið Stenberg í Vági og Páll á Reynatúgvu á Sandi.

Men tað helt meirilutin í løgtinginum ikki í farnu tingsetu. 

Nú hava Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu, bæði í Tjóðveldi, aftur biðið løgtingið heita á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot, sum krevur, at strandfaraskipini siga allar ársins dagar.

Sleppa ongan veg 

Tey bæði vísa á, at 85 prosent av fólkinum í Føroyum kunnu ferðast sum teimum lystir.

Men tað kunnu hini 15 prosentini ikki, sum ongan veg sleppa uttan Strandferðsluna.   

Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu mæla tí til, at Strandferðslan fær fleiri pengar, so eisini verður siglt halgastu dagar í árinum, og at samráðingar vera við fakfeløgini um tað.

Sama uppskot varð felt fyrst í mai. Tá atkvøddu níggju fyri og 14 ímóti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758