Grønlendska makrelkvotan er býtt

Grønlendska makrelkvotan er býtt
Feløg hava gjørt íløgur fyri fleiri hundrað miljónir í útgerð og skip fyri at klára at fiska alla kvotuna
 
25.09.2014 - 13:10

Polar Seafood hevur fingið 18.000, Royal Greenland 20.000 tons og onnur feløg tilsamans 52.000 tons. 10.000 tons eru eftir, sum verða útlutað seinni.

Fleiri feløg hava gjørt stórar íløgur í skipa og útgerð fyri at klára at fiska upp alla makrelkvotuna upp á 100.000 tons, sum Grønland hevur ásett sær sjálvum. 

Eitt nú hevur Polar Seafood gjørt íløgur fyri 300 miljónir krónur í skip og útgerð, skrivar Kystmagasinet. Felagið hevur millum annað keypt tey bæði norsku skipini, Gardar og Eros. 

Fiska eisini tunfisk

Tað er Ikki bara makrelur, ið fer í grønlendskan sjógv. Nógv er eisini til av tunfiski, tí sjógvurin er heitur. Sambært grein í nattúruvísindaliga tíðarritinum, Global Change Biology, vísa kanningar, at tunfiskur livur ikki leingi í sjógvi, sum er kaldari enn 11 stig. 

Í 2012 fekk eitt skip, sum royndarfiskaði í Grønlandsfjørðinum við EysturGrønland, tríggjar tunfiskar í nótina, umframt nógva sild og makrel. Tunfiskurin varð fiskaður har kaldur artisktur havsjógvur rennir saman við heitari sjógvi úr Atlantshavi.

Seinast tunfiskur er skrásettur í grønlendskum sjógvi var í 1900. Tá gjørdi ein tunfiskur landgongd í Qaqortoq í útsynningsGrønlandi. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959