Dýru fiskasløgini:færri tons men fleiri krónur

Dýru fiskasløgini:færri tons men fleiri krónur
Minni avreitt, men fiskurin størri virði í ár
Eitt prosent meira av toski er avreitt í ár enn í fjør, men tíggju prosent meira fingust fyri toskin í ár.
 
25.09.2014 - 09:41

Meira fæst fyri botnfisk í ár enn í fjør.

Tað vísa nýggjastu tølini, sum Hagstovan hevur kunngjørt.

Til 1.august í ár vórðu avreidd tvey prosent minni av botnfiski, so sum toski, hýsu og upsa, enn í fjør. 

Men virði á fiskinum var seks prosent størri enn í fjør.

Hóast tonsini vóru 516 færri enn í fjør, fingust 18 milliónir krónur meira fyri fiskin í ár. 
Tó er prísurin fyri upsan á leið tann sami sum í fjør.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423