Suðuroyingar farnir úr Faroe Farming

Suðuroyingar farnir úr Faroe Farming
Í Vági kenna tey ótrygg, nú suðuroyingar ikki longur eiga í alifyritøkuni. Borgarstjórin í Vági fer at biðja um fund við eigararnar
Erhard Joensen er ikki longur stjóri í Faroe Farming. Tjaldur og Bakkafrost eiga nú einsamøll alifyritøkuna í Vági.

26.03.2012 - 16:30

Vágbingar spyrja nú, hvussu verður við alivirkseminum og kryvjivirkinum í Vági, eftir at lokalu kreftirnar eru farnar úr Faroe Farming, og íløgufelagið Tjaldur og Bakkafrost einsamøll eiga fyritøkuna.

Líggjas í Bø, stjóri í Tjaldri, sum nú eigur 51 prosent av Faroe Farming, sigur við útvarpið, at virksemið heldur fram sum vant, tí eingin avgerð er tikin um at broyta virksemið.

Fortreytirnar broyttust annars, tá meirilutin í partafelagnum Suðuraling um vikuskiftið avgjørdi at selja síni 22 prosent í Faroe Farming. Ein av eigarunum, Erhard Joensen, sum eisini var stjóri í Faroe Farming, er ikki longur stjóri. Tað váttar hann fyri útvarpinum, men vil ikki gera fleiri viðmerkingar.

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, harmast, at lokalu kreftirnar ikki longur eru við í Faroe Farming. Hon fer nú at biðja um fund við eigararnar at vita, hvørjar ætlanirnar eru, ikki minst við kryvjivirkinum, har 25 fólk hava starvast.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852