Nýggjar útrokningar:fólkaskúlin kostar meira í ár

Nýggjar útrokningar:fólkaskúlin kostar meira í ár
Mentamálaráðið klárar sjálvt at finna pengarnar, sum fólkaskúlin skal hava afturat
Skúlaárið og fíggjarárið fylgjast ikki, og tí er ringt at víta neyvt, hvussu nógvar pengar, fólkaskúlin skal hava í fíggjarlógini
 
26.09.2014 - 08:37

Av tí at skúlaárið og fíggjarárið ikki fylgjast er torført at meta um, hvussu nógvar pengar, fólkaskúlin skal hava í fíggjarlógini.

Í eykajáttanarlógini, sum kom í løgtingið fyrr í vikuni, verður biðið um 3,1 milliónir krónur afturat til fólkaskúlan.

Skúlarnir boða frá fyribils næmingatølum 1.februar fyri komandi skúlaárið. Fyribils tímajáttan verður latin skúlunum sambært hesum tølum.

1.september fær Mentamálaráðið endaligu næmingatølini. Og ikki fyrr enn tá ber til at rokna út endaliga, hvussu nógvar tímar, skúlarnir skulu hava.

Eisini onnur viðurskifti gera, at illa ber til at raka beint, tá talið hjá fólkaskúlanum skal setast í fíggjarlógina, sigur Mentamálaráðið.  

Nýggjar útrokningar

Nýggjar útrokningar vísa, at fólkaskúlin hevur brúk fyri fleiri pengum í ár.

Mentamálaráðið hevur tó funnið 3,1 milliónir á sínum egnu kontum, so hækkaða játtanin til fólkaskúlan kostar ikki landskassanum meira. 

Frískúlin við Hoyvíkstjørn er givin. Teir 43 næmingarnir eru farnir í aðrar skúlar í Tórshavnar kommunu, og har sparir landið 600.000 kr.

Annars verður játtanin til ES-granskingarskránna 300.000 kr. minni, játtanin til lestrarstuðul minkar 1,4 mió. kr., og játtanin til lestrarlán minkar 800.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039