Samráðingar um uppsjóvarfiskin í morgin

Samráðingar um uppsjóvarfiskin í morgin
Samráðingarnar um svartkjaft byrja í morgin og mikudagin byrja samráðingarnar um norðhavssildina. Samráðingarnar eru í London
Mynd: savnsmynd  
 
12.10.2014 - 16:00

~Í morgin byrja strandalondini aftur at togast um uppsjóvarfiskin, tað vil siga sild, makrel og svartkjaft.

Tá verða samráðingar í London. samráðingarnar um svartkjaft byrja í morgin, og mikudagin seinnapartin er ætlanin at fara í holt við norðhavssildina. Tær samráðingarnar vara til fríggjadagin.

Og týsdagin 21.oktober fara londini at samráðast um makrelin.

Føroyar hava formansskapin í samráðingunum um svartkjaft og norðhavssild.

Spenningur er um, hvat fer at henda við svartkjaftasemjuni. Tað ljóðar, at ES ætlar at siga upp avtaluna um svartkjaft, tí ES vil hava meira í sín part. ES hevur í løtuni 31 prosent av svartkjaftinum, meðan fFøroyar til samanmberingar hava 26 prosent.

Men Herluf Sigvaldsen, leiðari fyri føroysku samráðingarnevndina, hevur ongar viðmerkingar til, at ES skal hava ætlanir um at siga svartkjaftaavtaluna upp.

Tvær nýggjar frágreiðingar, sum fiskifrøðingar og havlívfrøðingar hava gjørt, fara at liggja á samráðingarborðinum hesar næstu dagarnar.

Onnur frágreiðingin er um norðhavssild og hin um svartkjaft.

Semja er millum frøðingar í øllum londunum um, at tølini í frágreiðingunum eru tey røttu tølini um tey bæði fiskasløgini.

Fiskifrøðingar mæla til at minka um fiskiskapin eftir øllum trimum fiskasløgunum.

Sambært í, sum ICES sigur, verður føroyska makrelkvotan næsta ár 27 prosent minni enn í ár.

Ein útrokning, sum felagið Nótaskip gjørdi, eftir at ICES læt strandarlondunum tilmæli sítt um uppsjóvarfiskastovnarnar næsta ár, sigur, at makrelkvotan verður góð 40.000 tons minni næsta ár.
Sambært Nótaskipum hava ES, Noreg og Føroyar bundið seg til at lurta eftir ICES frá 2015 til 2018.
Sambært Nótaskipum kunnu vit eisini vænta, at kvotan av norðhavssild minkar 35 prosent.
Og ICES mælir til at svartkjaftakvotan í 2015 verður 840.000 tons, sum eru 30 prosent minni enn kvotan, sum londini samdust um fyri 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114