Ákæruvaldið taka støðu í byrsumálinum á Sandi

Ákæruvaldið taka støðu í byrsumálinum á Sandi
Løgreglan hevur gjørt avhoyringar í málinum um byrsumannin í grindini heima á Sandi, og málið er nú latið ákæruvaldinum
Løgreglan hevur nú gjørt avhoyringar í málinum, har ein maður (á myndini) hevði byrsu á lofti, tá grind varð hildin til á Sandi leygardagin 30. august
 
14.10.2014 - 07:52

Løgreglan hevur gjørt avhoyringar í málinum um byrsumannin í grindini heima á Sandi, og málið er nú latið ákæruvaldinum. Tað kom fram í Degi & Viku í sjónvarpinum mánakvøldið.

Sea Shepherd royndi í sambandi við grindina á Sandi at forða grindadrápinum, men løgreglan handtók fleiri Sea Shepherd limir. Tí kundi grind haldast til uttan stórvegis trupulleikar.

11. september kom so fram í Degi & Viku, at Sea Shepherd hevði meldað ein sanding fyri at hava hótt tey við byrsu undir drápinum. Tey høvdu eisini videoupptøkur av hesum, sum hava verið vístar í sjónvarpinum.

SÍ EISINI Sea Shepherd meldað byrsumann

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við Kringvarpið, at Løgreglan nú hevur gjørt avhoyringar í málinum, og ein maður um 60 ára aldur hevur viðgingið, at hann hevði eina byrsu frammi undir grindadrápinum, stutt frá Sea Shepherd limunum, sum vassaðu úti í sjónum.

Løgreglan hevur tí latið ákæruvaldinum málið. Ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um talan er um hóttan ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762