Fekk ongan pening í fjør

Fekk ongan pening í fjør
Fíggjarmálaráðið kravdi, at samsýningin til Ólav Rasmussen fyri Salt-verkætlanina skuldi rindast í fjør. Men býráðið á Tvøroyri hevur onga avtalu
Tvøroyrar kommuna rindaði ikki Ólavi Rasmussen tær 600.000 krónurnar í fjør, sum býráðið samykti, at hann skuldi fáa arbeiðið við Salt-verkætlanini.

15.03.2012 - 16:08

Tvøroyrar kommuna rindaði ikki Ólavi Rasmussen tær 600.000 kr. í fjør, sum býráðið samtykti, at hann skuldi fáa fyri at arbeiða við Salt-verkætlanini.

Tað sigur borgarstjórin í teldubrævi til Fíggjarmálaráðið stutt fyri jól í fjør.

Fíggjarmálaráðið gjørdi býráðið vart við, at pengarnir skuldu gjaldast í fíggjarárinum 2011.

Men Ólavur Rasmussen hevur eina fráfaringaravtalu við Mentamálaráðið, og so skuldi samsýningin frá Tvøroyrar kommunu fyri tíðarskeiðið 1.juli í 2009 til 1.juli í 2010 mótroknast har.

Hálvan desember í fjør spurdi Fíggjarmálaráðið býráðið, um kommunan hevði goldið samsýningina fyri hetta árið. Nakrar dagar seinni svarar borgarstjórin, at tað hevði kommunan ikki.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur sagt við Útvarpið, at kommunan hevur onga avtalu gjørt við Ólav Rasmussen um samsýningina. Talan var bara um eina býráðssamtykt.

Fíggjarmálaráðið segði, at kommunan kundi ikki bíða við at rinda samsýningina til í 2013, tá Salt-verkætlanin skuldi vera liðug, tí býráðið, sum var í 2010, kann ikki binda býráðið, sum verður í 2013, fíggjarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873