Gjáar bygd innstillað til náttúruheiðursløn

Gjáar bygd innstillað til náttúruheiðursløn
Video: Tað er serliga fyri arbeiði ferðavinnuni at frama, at bygdin er innstillað til heiðurslønina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni
Gjáar bygd innstillað til norðurlendska náttúruheiðursløn
Mynd: Savnsmynd  
 
15.10.2014 - 09:28

Gjáar bygd er innstillað til norðurlendsku náttúru- og umhvørvisheiðurslønina. 

Tað er serliga fyri arbeiði ferðavinnuni at frama, at bygdin er innstillað til heiðurslønina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.  

Síðani 2009 eru 20 summarhús bygd við Gjógv, tey flestu sum partur av útstykkingini Fornagarður, ovarlaga í bygdini, eystan ánna. Somuleiðis eru gjørd 25 nýggj kampingpláss. 

Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, heldur, at átakið hjá bygdarfólkinum við Gjógv er væl eydnað. 

- Ístaðin fyri at seta seg hendur í favn og síggja bygdina fána burtur, hava tey brett upp um armar og gjørt nakað, sum er til stórt gang fyri Gjáar bygd, kommununu og fyri føroyska ferðavinnu, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá Sunda Kommunu. 

Hvør fær norðurlendsku náttúrur- og umhvørvisheiðurslønina í ár verður avgjørt í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi tann 29. oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti
203563
Sunnudag 1. februar
Andaktin
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450