Ebola illgruni í Danmark

Ebola illgruni í Danmark
Eitt fólk er í dag flutt á sjúkrahúsið í Hvidovre. Illgruni er um, at viðkomandi hevur ebola smittuna
Ein sjúklingur er avbyrgdur á sjúkrahúsinum í Hvidovre, tí illgruni er um, at viðkomandi kann hava ebola sjúkuna
 
16.10.2014 - 11:35

<p>Varastjórin á sjúkrahúsinum í Hvidovre, Torben Mogensen, sigur við heimasíðuna hjá Danmarks radio, <a href="http://www.dr.dk/Nyheder/Indland/2014/10/16/121916.htm" target="_blank">dr.dk</a>, at ein sjúklingur er innkomin, sum verður kannaður fyri ebola smittuna.</p>

<p>- Tað mest umráðandi hjá okkum er at fáa váttað ella avsannað um talan er um ebola. Tí verður blóðroynd tikin, og vit hava væntandi úrslitið um fýra-seks tímar, sigur Torben Mogensen, varastjóri á sjúkrahúsinum í Hvidovre.</p>

<p>Tilbúgningarætlanin á Hvidovre hospitalinum er tí sett í verk. Sjúklingurin hevur verið í Vesturafrika, og hevur fepur, nú hann er heimafturkomin.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938