Bygnaðurin í Mentamálaráðnum endurmettur í heyst

Bygnaðurin í Mentamálaráðnum endurmettur í heyst
Eingin hevur klagað um, at Fólkaskúladeildin ikki er til longur, og mál viðvíkjandi fólkaskúlanum ikki verða avgreidd, sigur landsstýrismaðurin
Bygnaðurin hjá Mentamálaráðnum verður endurmettur nú í heyst.
 
23.10.2014 - 07:33

Nýggi bygnaðurin í Mentamálaráðnum verður eftirmettur nú í heyst. Kanska verða onkrar broytingar gjørdar í bygnaðinum.

Mentamálaráðið ætlar eisini at flyta rakstrarkendar uppgávur úr ráðnum til stovnar undir ráðnum, sum burturav skulu hava raksturin.

Mentamálaráðið fekk nýggjan bygnað fyri knappliga tveimum árum síðani.

Eftir bygnaðarbroytingina er eingin Fólkaskúladeild í Mentamálaráðnum. Og hana sakna skúlafólk, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna, í fyrispurningi til Bjørn Kalsø, landsstýrismann.

Hon sigur, at Lærarafelagið og lærarar dagliga hava stórar trupulleikar av at fáa samband við Mentamálaráðið.

Fáa ikki samband 

Skúlaleiðslur geva ofta skarvin yvir eftir at hava roynt í nógvar dagar fáa samband við fakfólk viðvíkjandi fólkaskúlanum í Mentamálaráðnum, og tær venda sær tí til Lærarafelagið við spurningum og uppgávum, sum heilt greitt eru arbeiðsøkið hjá arbeiðsgevaranum, sum er Mentamálaráðið, hevur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sagt við Skúlablaðið.

Men hetta er als ikki fatanin í Mentamálaráðnum. 

Bjørn Kalsø sigur í svari sínum, at Mentamálaráðið hevur ikki fingið ítøkiligar formligar kærur ella klagur um trupulleikar í samskiftinum við viðskiftafólk eftir bygnaðarbroytingina.  

Tó er komið fyri, sigur Bjørn Kalsø, at víst er á trupulleikar í almennum viðmerkingum. 

Atfinningarnar eru serliga um, at eingin Fólkaskúladeild er longur í Mentamálaráðnum. Men eingin hevur klagað um ítøkilig mál, sum Mentamálaráðið ikki hevur avgreitt, sigur landsstýrismaðurin, sum ikki lovar Rigmor Dam, at Fólkaskúladeildin kemur aftur. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011