Anita mist fiskiloyvið fyribils

Anita mist fiskiloyvið fyribils
Løgmaður hevur tikið avgerðina um at taka øll veiðu- og fiskiloyvi hjá garnaskipinum Anitu fyribils, til endaligur dómur fyriliggur
 
25.10.2014 - 10:26

Nú er tað veruleiki, sum Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður róði fram undir í august, tá hann úttalaði seg um málið viðvíkjandi garnaskipinum Anitu. Løgmaður hevur nú tikið avgerð um, at garnaskipið Anita missur veiðu- og fiskiloyvið, og hann hevur boðað reiðarínum frá avgerðini.

Í viðmerking til avgerðina sigur løgmaður, at Vørn hevur staðfest álvarslig brot á lógina um vinnuligan fiskiskap og kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.

Vørn hevur í skrivi til Fiskimálaráðið í apríl mælt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til, at veiði- og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu, verða tikin aftur fyribils, til endaligur rættardómur fyriliggur í málinum.

Grundað á ógegni er málið og viðgerðin av hesum flutt úr Fiskimálaráðnum til Løgmansskrivstovuna.

Eftir at hava viðgjørt málið, hevur løgmaður gjørt av, at øll veiðu- og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu verða tikin aftur fyribils í tíðarskeiðinum frá 1. november 2014 og til endaligur dómur fyriliggur í revsimálinum, sum er ávegis í rættin.

Allur fiskiskapur skal halda uppat á midnátt næsta leygarkvøld. Talan er um veiðuloyvi frá 1995 um havtaskuveiðu, og fiskiloyvið frá 29. august í ár, um fiskiskap eftir svartkalva og havtasku á landleiðini fyri verandi fiskiár.

Nýggj loyvi kunnu ikki útskrivast í verandi tíðarskeiði, stendur í boðunum frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, til partafelagið Seta, sum eigur Anitu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114