ES ikki fleiri pengar frá David Cameron

ES ikki fleiri pengar frá David Cameron
Bretski forsætisráðharrin, David Cameron ger greitt, at Bretland ikki fer at rinda 15,8 milliardir krónur til ES 1. desember
Bretski forsætisráðharrin vil ikki gjalda yvir 15 milliardir krónur í eykarokning til ES
Mynd: Reuters  
 
28.10.2014 - 09:36

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron ger greitt, at Bretland ikki fer at rinda 15,8 milliardir krónur til ES 1. desember.

Tað er kravið sum Bretland hevur fingið, eftir at óheft nevnd hevur gjørt ein nýggjan hátt, at rokna út, hvussu nógv limalondini skulu rinda til samveldið.

- Vit rinda ikki so nógvar pengar fyri 1. desember, og vit rinda ikki í nánd av tí sum kravt verður, ger David Cameron greitt.

Fíggjarmálaráðharrin í ES, Jacek Dominik, sigur seg vera ovfarnan av tí sum Cameron sigur, tí øll limalondini hava vitað av, at arbeitt hevur verið við at gera eina nýggja útrokningarskipan, og síðani 17. oktober hava øll londini vitað av, hvussu nógv tey skulu rinda.
David Cameron hevur mælt til, at búskapar- og fíggjarmálaráðharrarnir í ES umrøða støðuna, og í dag fara føstu sendiharrarnir hjá limalondunum at umrøða spurningin í Bruxelles.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459