- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71 vann sannførandi á Neistanum
Tað var ein heldur harður dystur í høllini á hálsi í kvøld. Menn vístu frá byrjan at dysturin var ein sera týdingarmikil dystur.
Men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin fór H71 frá Neistanum. Við skjótum spæli og neyvleika frammanfyri málinum riggaði mest sum alt.
Hinvegin hevði verjan hjá Neistanum trupult við at finna rætta stevið, og málverjin hjá H71, Ári Egason Dam stóð serstakliga væl.
Men tá 22 minuttir vóru leiktir kom málturkur hjá H71. Teir skoraðu ikki í 7 minuttir, og hetta gjørdi at Neistin tískil kom aftur í dystin.
Hálvleiksstøðan gjørdist 9-12 til H71.
Seinni hálvleikur
Fyrri parturin av seinna hálvleiki var javnur, men Neistin megnaði aldrin at koma tættari at H71.
Tá 11 minuttir av seinna hálvleiki vóru spældir var støðan 13-20 til H71, og tá sá út sum at Neistin gav upp.
Ári Egason Dam tók enn fleiri skot frá Neistanum og Neista verjan loyvdi hoyvíkingum at gera skjótálop.
H71 helt áfram við at skora, meðan Neistin ikki fekk bóltin inn um mállinjuna.
Dysturin endaði 30-18 til H71, sum sá út at vera í góðum formi.
Toppskjúttar
H71 hevði nógvar málskjúttar í kvøld.
Hallur Biskopstø, Hans Kári Hansen og Jesper Petersen skoraðu allir 5 mál hvør.
Fyri Neistan var Rói Berg Hansen einsamallur toppskjútti við 6 málum, sum í kvøld var ein triðingur av málinum hjá Neistanum.
Spenningur í oddinum
Hoyvíkingar hava nú eins nógv stig sum vestmenningar. Tó so hevur H71 við dystinum í kvøld spælt ein dyst meira.
Neistin er á einum deildum triðja plássi saman við Kyndli, men somuleiðis hevur Neistin spælt ein dyst meira enn Kyndil.
Her er dómaraseðilin