- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brandur Enni við nýggjari útgávu: Funerals & Celebrations

Brandur Enni, sum vit nokk øll best kenna frá “Waiting in the Moonlight”, hevur givið út triðju fløguna við heitinum Funerals & Celebrations.
Brandur Enni er av Tvøroyri og kemur frá einari familju, har fleiri av teimum spæla tónleik. Beiggi Brand, Tróndur Enni, sum eisini er millum kendu føroysku tónleikararnar, plagdi at taka Brand við sær til venjingar í rokkbólkinum hjá honum, tá Brandur var umleið trý ár. Her plagdi Brandur at sovna hóast larmin.
“Hornorkestur var eisini við í bygdamyndini og ávirkaði ljóðmyndaverðina at byrja við, eins og klassiskur tónleikur varð spældur á plátuspælaranum við hús.”
Seinni byrjaði áhugin fyri popptónleiki tó at vaksa, og Brandur fór at læra seg at syngja eins væl sum tær fyrimyndirnar, hann hevði fingið uttan úr heimi.
Fyrsta fløgan, Waiting in The Moonlight, kom út í 2002, og síðani hetta hevur Brandur verið á eini langari ferð. Brandur var einans 13 ára gamal, tá fyrsta fløgan kom út, og av somu orsøk var rødd hansara eiheldur liðugt ment.
“Árið eftir at fløgan kom út, hevði eg so at siga eina heilt øðrvísi rødd. Tá byrjaði eg eisini at skriva sangir, sum eg hevði latið onnur tikið sær av áðrenn. Mínir sangir vóru so sum so at byrja við; eg royndi at læra meg, men tá eg var 15, kom glið á sangskrivingina, og eg gjørdi ferðir til Svøríkis og Finnlands at hitta aðrar sangskrivarar og tónleikaframleiðarar.”
Ein kann ikki siga, at Brandur hevur gingið eftir tí “vanligu” raðfylgjuni sum tannáringur. Sum bara 17 ára gamal flutti Brandur til Norðursvøríki, har hann gekk á einum lítlum sangskrivaraskúla, til hann var 19 árá gamal. Eftir hetta flutti hann til Stockholm, har hann hevði fingið sáttmála í lag við eitt stórt plátufelag.
“Har hitti eg nógv fólk og skrivaði óteljandi løg í ymiskum upptøkuhølum í býnum. Sangirnir úr Stockholm eru vorðnir til tvær fløgur.”
Brandur hevur valt at útgeva nýggju fløguna, Funerals & Celebrations, í okkara egna føroyska plátufelagi Tutl.
“Tónleikaheimurin er somikið nógv broyttur tey seinastu árini, at gomul valdsmynstur, sum fyrr vóru galdandi, einki hava við veruleikan at gera longur. Tá er tann, ið livir frælsur, mest heppin, um tú spyrt meg.”
Funerals & Celebrations er ein fløga við 7 løgum, sum er ein góð blanding av elektroniskum og akkustiskum løgum. Millum annað eru løgini “The Illusion Of”, sum kom út í 2011, og “Other Side of The World”, sum eisini er eitt eldri lag hjá Brandi á nýggju fløguni.
Hoyr Brand spæla “Other Side of The World” fyri Röddini her.
Kanst tú ikki fáa nokk av Brandi Enni, so kanst tú gleða teg til næstu verkætlanina hjá honum, sum verður ein føroysk fløga.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




