- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivi um valevnislistan hjá IA

Ikki sørt av dramatikki er um valevnislistarnar til grønlendska landstingsvalið.
Ivi er nevniliga sáddur um flokkurin IA hevur latið inn góðkendan valevnislista. Listin varð latin inn til tíðina, men trupulleikin er, at hann var ikki undirskrivaður.
Valnevndin hittist í gjár at tosa um trupulleikan, men kom ikki til nakra niðurstøðu, um listin skal góðkennast. Nevndin hevur fund aftur í morgin at taka støðu til listan.
IA sigur, at flokkurin fekk skeiva vegleiðing frá Sermersoq Kommunu og at tað er orsøkin til mistakið. Flokkurin læt listan inn klokkan 12 fríggjadagin uttan undirskrift, tí tey høvdu fingið at vita frá semersoq Kommunu, at tað var ikki neyðugt við undirskrift.
Kommunan, sum er tann næststørsta í grønlandi, hevur ásannað mistakið og hevur heitt á valnevndina um at góðkenna valevnislistan hjá IA.
Men enn er ikki greitt, um listin verður góðkendur. Tað tekur valnevndin støðu til hesa komandi vikuna.


























