- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir hava ikki ábyrgdina av økjum í blokkinum

Orð stendur móti orði í spurninginum um, hvørt Danmark framvegis hevur ábyrgdina av teimum málsøkjum, sum Føroyar fyrr fingu endurgjald fyri, men sum nú eru blokkinum.

Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, segði í fólkatinginum í gjár, at føroyska heimastýrið ræður einsamalt yvir pengunum, sum danir lata í blokkstuðli.

- Blokkurin úr statskassanum er ikki stuðul til einstøk málsøki, segði danski fíggjarmálaráðharrin, tá blokkurin var til triðju og endaligu viðgerð í fólkatinginum.

Hesum vísir Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fyri Sambandsflokkin aftur. Hann sigur, at sambært lógini um heildarveitingina verður ríkisveitingin
útroknað eftir felagsmálunum. Felagsmálini eru heilusverkið, serforsorgin,
fólkatrygging og ein partur av Havstovuni.

- Nakað annað er, at landsstýrið brúkar blokkin til ymisk onnur øki, sigur Edmund Joensen, sum vil vera við, at lógin um blokkstuðulin ásetur, at beinleiðis samband er millum støddina á blokkinum og felagsmálini.

Hin føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, er í parti við Bjarne Corydon.

Í einum svari til Edmund Joensen sigur Sjúrður Skaale, at støddin á blokkinum var upprunaliga roknað út eftir, hvussu nógv Danmark rindaði fyri hesi øki áður. Men tá blokkstuðulin varð settur í gildi, fall ábyrgd Danmarkar av hesum økjum burtur.

- Blokkstuðulin er ein generellur stuðul, og føroyskir myndugleikar ráða sjálvir fyri, hvussu pengarnir verða brúktir, sigur Sjurður Skaale.

- At upprunaligu málsøkini framvegis verða nevnd í sambandi við
blokkin, og at møguligar yvirtøkur av ávísum málsøkjum hava við sær lægri blokk,
broytir ikki tann lógarfesta veruleika, at Føroyar hava ?yvirtikið fulla ábyrgd
av skipanunum?, sum sagt verður í viðmerkingunum til lógina, sigur Sjúrður Skaale í svarinum til Edmund Joensen.