300 mió. kr. meiri í lønum í ár

300 mió. kr. meiri í lønum í ár
Í krónum hava privatu tænastuvinnurnar størstu framgongdina, sigur Hagstovan
Lutfalsliga hevur størsta framgongdin verið í byggivinnuni í ár
 
10.11.2014 - 11:15

Føroyingar hava fingið næstan 300 milliónir krónur meira í løn í ár enn í fjør. 

Higartil í ár eru goldnar seks milliardir og 231 milliónir krónur í lønum í Føroyum, fimm prosent meira enn í fjør. 

Í krónum hava privatu tænastuvinnurnar størstu framgongdina, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. 

12 prosent vøkstur í byggivinnuni

Men størsta framgongdin lutfalsliga er í byggivinnuni. Hon er góð 12 prosent. 

Í fiskivinnuni og alivinnuni er framgongdin um seks prosent og hjá tí almenna er framgongdin góð tvey prosent. Verður hugt at gongdini síðan 2004 sæst, at framgongd er í øllum høvuðsvinnugreinum, og at fíggjarkreppan á ymsan hátt rakti vinnugreinarnar.

Meira løn gevur meira skatt, inntøkumetingar geva landskassanum góð fimm prosent meira í skatti í ár enn fíggjarlógin sigur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373