Pápi og sonur dømdir fyri harðskap

Pápi og sonur dømdir fyri harðskap
Feðgarnir lupu á ein mann í Steinatúni í Havn og sparkaðu hann fleiri ferðir
 
14.11.2014 - 13:16

Føroya rættur dømdi í gjár ein pápa og son hansara ávíkavist fýra og tríggja mánaðar treytaða fongsulsrevsing, umframt samfelagstænastu, fyri grovan harðskap móti einum manni.

Feðgarnir noktaðu seg sekar. Ákæruvaldið hevði vitni, sum øll høvdu sæð hendingina. Sambært in.fo greiddu vitnini frá, at feðgarnir lupu á mannin í Steinatúni í Havn, og slógu og sparkaðu hann fleiri ferðir, eisini meðan hann lá niðri.

Ákærin kravdi, at pápin, sum hevði verið tann harðligari, varð dømdur fýra og sonurin tríggjar mánaðar fongsulsrevsing. Verjarnir hjá monnunum kravdu frídøming, og stóðu við sítt, at eingin harðskapur var farin fram.

Menninir sekir í ákærunum

Niðurstøðan hjá dómaranun varð, at menninir vóru sekir í ákærunum. Talan var um sera grovan harðskap, metti dómarin, og legði dent á, at harðskapurin varð framdur í fleiri umførum, fyrst uttan fyri kiosk Steinatún og síðani yviri við ljóskurvarnar, skrivar in.fo.

Dómarin legði dent á, at menninir ikki góvust sjálvir, og at harðskapurin steðgaði ikki, fyrr enn onnur løgdu uppí, og álopni maðurin slapp til rýmingar. Dómarin legði tó eisini dent á, at menninir ikki fyrr eru dømdir fyri harðskap, og tí fáa teir treytaðan dom og samfelagstænastu.

Endaligi dómurin gjørdist, at pápin varð dømdur fýra mánaðar treytaða fongsulsrevsing, við tí treyt, at hann skal gera 80 tímar av samfelagstænastu næstu átta mánaðirnar. 

Sonurin varð dømdur tríggjar mánaðir, við tí treyt, at hann skal gera 60 tímar av samfelagstænastu næstu seks mánaðirnar. 

Menninir tóku við dóminum, men ákærin bað um umhugsunartíð, skrivar in.fo.

Hava onga viðmerking

Pápin er tænastumaður, og arbeiðir sum tollari. Vit hava spurt hann um málið, men hann hevur onga viðmerking, og vísir til verjan hjá sær, Hans Trygva Teirin, sum heldur ikki vil siga nakað um málið.

Sambært tænastumannalógini, grein 9, eru skyldur álagdar tænastumanni. Tænastumaður skal samvitskufult halda tær reglur, sum eru galdandi fyri starv hansara, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starv hansara sømir.

Vit høvdu ætlað spurt leiðaran fyri tolldeildini hjá TAKS, Jens Christian Olsen, hvat TAKS ger við tað, at ein tænastumaðurin er dømdur, men leiðarin vísir til stjóran fyri TAKS, Eyðun Mørkøre. Men Eyðun Mørkøre vil ikki gera viðmerking til persónsmál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611