Línuskipini eiga at fáa kvotuna á Flemish Cap

Línuskipini eiga at fáa kvotuna á Flemish Cap
Formaðurin í Vinnunevndini heldur, at fáa línuskipini kvotuna, fær tað stóran týdning fyri skipaflotan og fiskavirkini. Men líkt er til, at flakatrolararnir aftur í ár sleppa at fiska toskin á Flemish Cap

28.02.2012 - 13:37

Stendur tað til Alfred Olsen, formann í løgtingsins Vinnunevnd, eiga línuskipini at fáa kvotuna á Flemish Cap í ár.

Alfred Olsen skrivar í grein í bløðunum, at tað verður til gagns fyri alt samfelagið, um línuskipini fáa tey 2200 tonsini av toski á Flemish Cap. Hann sigur, at línuflotin verður endurnýggjaður við nýggjum frystilínuskipum, ið flyta fiskiskapin og framleiðsluna longur fram á leið.

Og føroysku fiskavirkini, ið hava tørv á fiski, fáa hesi 2200 tonsini afturat. Tað fer at gera arbeiðið á virkjunum støðugari og at ávirka rakstrarúrslitið positivt.

Alfred Olsen heldur, at flakatrolararnir, sum hava fiskað kvotuna á Flemish Cap seinastu árini, tola at missa hana, tí toskakvotan í russiska partinum av Barentshavinum er økt.

Men eftir øllum at døma verða tað aftur flakatrolararnir, sum sleppa at fiska toskvotuna á Flemish Cap í ár.

Vágaportalurin veit at siga frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at umsitingin í ráðnum mælti til at lata flakatrolarunum kvotuna, og hesi tilráðing hevur landsstýrismaðurin avgjørt at fylgja.

Sambært Jacobi Vestergaard hava reiðaríini hjá teimum trimum flakatrolarunum gjørt av at lata eitt skip fiska kvotuna á Flemish Cap og so mótrokna i kvotuni í Barentshavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299