Hvildarreglur krevja størri manning á Smyrli

Hvildarreglur krevja størri manning á Smyrli
Ferðaseðlaprísirnir eru ikki lækkaðir á øllum leiðum enn, tí ferðaseðlaskipanin kann ikki selja bíligari ferðaseðlar
 
17.11.2014 - 07:48

Skulu nýggju krøvini um hvíld hjá manningini haldast, uttan at neyðugt verður at avlýsa ferðir hjá Smyrli, skulu fimm fólk setast afturat teimum, sum longu eru við Smyrli.

Hetta fer at kosta 3,7 mió. kr. um árið. Men samstundis ber til at spara eina millión til viðlíkahald, tí manningin kann gera meira viðlíkahald, so ikki er neyðugt at keypa tænastur úr landi.

Torført at gera arbeiðsætlan

Vinnumálaráðið sigur í skrivi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at nýggju hvíldarkrøvini gera, at torført er at gera arbeiðsætlanir fyri manningina á Smyrli. 

Er Smyril seinkaður av veðri ella øðrum, kann gerast neyðugt at avlýsa næsta túrin, tí hvílitíðarreglurnar skulu haldast.

Hesin trupulleiki kann loysast við at seta ein yvirstýrimann, ein dekkara og hálva gentu afturat á hvørjari vakt, tilsamans fimm heil størv. Og tað kostar, netto, 2,7 mió. kr. um árið, sigur Vinnumálaráðið.

Fíggjarnevndin spurdi eisini Vinnumálaráðið, hví ferðaseðlarprísirnir hjá Strandfaraskipum landsins ikki eru lækkaðir 15 prosent. Tá løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri 2014, samtykti løgtingið eisini, at ferðaseðlarnir skuldu gerast bíligari. 

Gomul ferðaseðlaskipan

Enn er príslækkingin bara komin á Nólsoyarleiðini og Sandoyarleiðini. Orsøkin er, at gamla skipanin, sum verður brúkt til at selja ferðaseðlar, okkurt um 30 ára gamla Buscom skipanin, kann ikki broytast til at selja bíligari ferðaseðlar. Tað, sum skal brúkast til at broyta skipanina, fæst ikki longur.    

Og nýggja ferðaseðlaskipanin, sum eitur FARA, er ikki komin á øllum leiðum enn.    

Í sambandi við játtanina í fíggjarlógini fyri 2015 hevur leiðslan á Strandferðsluni gjørt nýggja meting um, hvørja ávirkan príslækkingin fær á inntøkumetingina hjá stovninum. Úrslitið er, at roknast skal við 600.000 kr. minni í inntøkum næsta ár.
   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375